Barsilsinngjaldið hjá arbeiðsgevaranum er 0,86% av A-inntøkuni og verður goldið av øllum, ið hava A-inntøku. Harafturat verður 0,1% goldið til Vinnusjúkugrunnin, so samlaða gjaldið er 0,96%.
Rokning verður send mánaðarliga inn á Mínrokning. Har kanst tú eisini fáa gjaldið avgreitt sjálvvirkandi, ella tú kanst gera eina gjaldsavtalu við TAKS. Tað kanst tú lesa meira um undir snarslóðum.