Nei og ja
- Nei, um man er sjálvstøðugt vinnurekandi í einstaklingsvirki e.tíl. og hevur B-inntøku.
- Ja, um man arbeiðir í egnum partafelagi e.tíl. og hevur A-inntøku.
Man skal eisini hava:
- útreiðslur av ferðingini,
- bústað og fulla skattskyldu í Føroyum,
- minst 30 km til og frá arbeiði í alt pr. dag.
Fram til 31. desember 2024 var minstafjarstøðan 20 km, men hevur síðan verið 30. Hetta sambært løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.
Stuðul fæst fyri 220 arbeiðsdagar um árið.
Onnur viðurskifti
Dupult húsarhald
- Hevur man dupult húsarhald, kann søkjast um stuðul millum leigustað og arbeiðsstað.
Um man er arbeiðsgevari fleiristaðni
- Er man arbeiðsgevari fleiristaðni á einum stað og fer heim ímillum, kann søkjast um stuðul til tvær ferðir aftur og fram pr. dag.
- Er man arbeiðsgevari fleiristaðni á ymiskum støðum, kann søkjast um stuðul til eina ferð aftur og fram til hvønn stað pr. dag.
Ferðastuðul hjá starvsfólkum
- Starvsfólk skulu sjálv søkja um ferðstuðul, og á sama hátt sum tú.
- Ger TAKS eftirlit, skalt tú sum arbeiðsgevari kunna prógva, at dagatalið, sum starvsfólk upplýsa í umsókn síni, er rætt.