Ein vinnusjúka er ein sjúka, sum stavar frá skaðiligum árinum í arbeiði. Har arbeiðsvanlukkur henda knappliga, síggjast vinnusjúkur ofta ikki fyrr enn leingi eftir, at skaðiliga árinið byrjaði. Vinnusjúkur kunnu eisini raka ófødd, um mamman er fyri skaðiligum árinum í arbeiði sínum.
Ein vinnusjúka kann koma av so nógvum, til dømis av at lyfta tungt, av nógvum gangi, av at arbeiða við vandamiklum evnum ella av at gera somu rørslur aftur og aftur. Vinnusjúkur kunnu vera eitt nú astma, eksem, ovurviðkvæmi, niðursett hoyrn og kronisk pína í beinagrind.
Síggj allar vinnusjúkur í vinnusjúkuskránni
Heinta hana undir snarslóðum her á síðuni.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger av, um talan er um vinnusjúku
Avgerðin verður tikin út frá tí, at læknaligar og tøkniligar royndir vísa, at sjúkan sannlíkast stavar frá skaðiligum arbeiðsárinum.
Stendur sjúka ikki í vinnusjúkuskránni, kann hon kortini verða viðurkend sum vinnusjúka, um Arbeiðs- og brunaeftirlitið metir, at hon sambært nýggjastu læknafakligu vitanini lýkur treytirnar fyri at vera tað.