Ein vinnusjúka er ein sjúka, sum stavar frá skaðiligum árinum í arbeiði. Har arbeiðsvanlukkur henda brádliga, síggjast vinnusjúkur ofta ikki fyrr enn leingi eftir, at skaðiliga árinið byrjaði. Vinnusjúkur kunnu eisini raka ófødd, um mamman er fyri skaðiligum árinum í arbeiði sínum.
Vinnusjúkur kunnu til dømis stava frá arbeiði, har man lyftir tungt, er í nógvum gangi, arbeiðir við vandamiklum evnum ella ger somu rørslur aftur og aftur. Dømi um vinnusjúkur eru astma, eksem, ovurviðkvæmi, niðursett hoyrn og kronisk pína í beinagrind.
Síggj allar vinnusjúkur í vinnusjúkuskránni
Heinta hana undir snarslóðum her á síðuni.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger av, um talan er um vinnusjúku
Avgerðin verður tikin út frá tí, at læknaligar og tøkniligar royndir vísa, at sjúkan sannlíkast stavar frá skaðiligum arbeiðsárinum.
Stendur sjúka ikki í vinnusjúkuskránni, kann hon kortini verða viðurkend sum vinnusjúka, um Arbeiðs- og brunaeftirlitið metir, at hon sambært nýggjastu læknafakligu vitanini lýkur treytirnar fyri at vera tað.