Fyrimunurin við ATA Carnet er, at tú sum innflytari ikki skalt rinda toll og avgjald ella stilla aðra trygd fyri vøruni. Harafturat tryggjar skipanin tollmyndugleikanum toll og avgjald, um vøran ikki er flutt úr aftur landinum áðrenn ásetta freist. Eitt loyvi hevur gildi í upp til eitt ár og kann brúkast í fleiri londum í hesum tíðarskeiði.
ATA Carnet kann tó bara nýtast til ávísar vørur til ávís endamál, eitt nú til:
- framsýningar
- handilsmessur
- ávísa útgerð so sum filmsútgerð, radioútgerð, tónleikaútgerð o.tíl.
Vørur, sum verða innfluttar við ATA Carnet, kunnu heldur ikki seljast.