Skriva út

Garantisendingar

Garantisendingar eru vørur, sum orsakað av umbýting, umvæling e.tíl. verða innfluttar í garantitíðini.

Toll- og avgjaldsfríar garantisendingar

Vøra, sum verður innflutt sum umbýtisvøra og vøra, ið verður innflutt undir garanti, kann flytast inn toll- og avgjaldsfrítt í garantitíðini. Garantitíðin í hesum sambandi er tann tíðin, ið garantiið er fyri. Sama er galdandi fyri umbýtislutir, eykalutir og umvælingar av vørum, sum eru undir garanti.

Treytir til faktura fyri frítøku av tolli og avgjaldi

Treytin fyri at verða frítikin fyri at gjalda toll- og avgjald er, at tað skilliga sæst á fakturanum ella proformafakturanum frá seljara, at talan er um umbýtisvøru undir garanti, ella at talan er um garantiumvæling.

Skal keyparin gjalda fyri vøruna ella umvælingina og verður faktureraður fyri hana, kann vøran ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt, men skal tollavgreiðast eftir avgjaldsskyldiga virðinum. Virðisásetingin skal grundast á vanligar søluprísir fyri vøruna ella vanligan kostnað fyri umvælingina.

Skjalprógv fyri garanti

TAKS kann krevja skjalprógv fyri, at vøran er undir garanti, t.d. keypssáttmála. TAKS kann eisini krevja upprunafaktura fyri vøruna.