Einans Apoteksverkið kann innflyta heilivág til Føroya, eisini heilivág til djór, t.d. seyðamedisin. Verður komið fram á vøru, ið kann vera heilivágur, verður Apoteksverkið tilkallað fyri at staðfesta, um so er. Er talan um heilivág, verður hann latin løgregluni, sum setir seg í samband við móttakaran og avgreiðir málið við hann. TAKS kunnar altíð móttakaran um hetta fyrst.
Er talan um postsending, sum inniheldur aðra lógliga vøru umframt, verður henda vøra útflýggjað, tá ið løgreglan er liðug at viðgera málið. Heilivágurin verður fyribeindur.
Natúrheilivágur og kostískoyti
Natúrheilivágur og kostískoyti verða vanliga ikki roknað sum heilivágur og kunnu sum oftast keypast á netinum. Onkuntíð kunnu ivamál vera, og tá verður vøran afturhildin í tollinum, til eitt umboð frá Apoteksverkinum váttar, at talan ikki er um heilivág. Síðan verður vøran útflýggjað. Tað er altíð Apoteksverkið, sum ger av, um ein vøra er heilivágur ella ikki.
Veska til elektroniskar sigarettir
Veska til elektroniskar sigarettir verður roknað sum heilivágur, um hon inniheldur nikotin, og tá er tað bert Apoteksverkið, sum kann innflyta. Hetta er sambært § 29, stk. 1, í apotekslógini.