Skriva út

Toll- og vøruskráin

Toll- og vøruskráin er uppslagsverk yvir toll og annað avgjald á vørum, man keypir úr útlondum. Við kapittlum býtir hon vørurnar upp, og út fyri hvønn kapittul er skjal at trýsta á til at lesa um tær.

Soleiðis leitar man í toll- og vøruskránni

Tað er tríggir mátar at leita uppá í toll- og vøruskránni: skrolling, nummarleiting og navnaleiting.

Skrolling

Skrollast kann á startsíðuni. Man skrollar, sum vant, og trýstir á kapittlar fyri at síggja vørurnar, sum hoyra til. Fyri at síggja tollin á vøru, trýstir man á nummarið út fyri henni.

Kemur man burtur frá startsíðuni, kann man velja "Yvirlit" á menuini.

Nummarleiting

Vørur í toll- og vøruskránni hava hvør sítt nummar við átta tølum. Fyrstu tvey eru nummarið á kapittli og høvuðsbólki, hini greina í undirbólkar. Kapittul 64 er til dømis skógvar, og ein undirbólkur, sandalur, hevur soleiðis nummar 64032000. Skrivar man tað í leitigluggan og trýstir á enter, fær man tollin á sandalum. Man kann eisini bara skriva 64 og síggja allar skógvar. 

Fyri at nummarleita, vel "Leita" í menuini og síðan "Leita í Vørunr. og tekst".

Navnaleiting

Upp á nøvn verður leitað við at skriva navnið á vøruni, man vil kunna seg um. Leitar man eftir sandalum, kann man skriva sand, sandal ella sandalur, trýsta á enter og síggja tollin. Stjørnutekn, gásareygu og onnur slík tekn kunnu ikki nýtast, einans bókstavir.

Fyri at navnaleita, vel "Leita" í menuini og síðan "Leita í Leitiorð".

Brúkar tú telefon?

Trýst á burgaramenuina fyri at lata menuina í skránni upp.

Lat upp toll- og vøruskránna undir snarslóðum

Har kanst tú eisini heinta hana sum skjal.

Undir "Tolli og innflutningi" er meiri at lesa um toll, og hvussu man roknar hann út.