Tollavgreiðsla av skipum og flogførum
Skip og flogfør,* sum koma úr útlondum, ella sum hava ótollaða vøru umborð, skulu ringja til TAKS og boða frá komu í seinasta lagi 24 tímar, áðrenn komið verður í føroyskt tolløki, t.e. 12 fjórðingar úr landi, ella í seinasta lagi 1 tíma eftir fráferð úr útlendskari havn.
Samstundis skulu tey útfylla og senda øll neyðug tollskjøl til TAKS. Tey finnur tú niðanfyri undir "Neyðug tollskjøl". Vilt tú vita meira um komufráboðan, skjalaútfylling og onnur tollviðurskifti, vita snarslóðir, eitt nú "Vegleiðing um eftirlit og tollviðgerð av skipum".
*) T.e. øll før, ið ferðast um loftrúm ella hav, smá sum stór.
Skip
- Yvirlit yvir tollskyldigar vørur
- Manningarlisti (Crew list)
- Tollfrásøgn fyri skip
Heinta undir oyðubløðum her á síðuni. Sí adressu at senda til í "Nummur og adressur".
Flogfør
- Tollfrásøgn fyri flogfør
Heinta undir oyðubløðum her á síðuni. Sí adressu at senda til í "Nummur og adressur".
Skip og flogfør
Alt eftir, hvør førningurin er, skulu bæði skip og flogfør senda inn:
- Farmaskjøl
- Ferðafólkalistar
- Fakturar yvir keyptar vørur í útlondum
- Tollfrásøgn frá síðstu havn
- Heilsuváttan (Maritime Declaration of Health)
- Reinførisváttan (Ship Sanitation Control Exemption Certificate)
Skip
- Til at senda skjøl: customs@taks.fo
- Til at boða frá komu: +298 44 73 05
Flogfør
- Til at senda skjøl: air@taks.fo
- Til at boða frá komu: +298 35 77 10