Áhugafeløg
Eitt áhugafelag hevur vanliga ikki sum endamál at reka vinnu; men um so er, so verður felagið skattskyldigt og møguliga eisini mvg-skyldigt. Vinningurin fer til felagið og ikki til limirnar persónliga. Limirnir ábyrgjast ikki fyri felagið.
Tá eitt áhugafelag skal skrásetast í Vinnuskránni, skal skrásetingarskjal sendast TAKS saman við viðtøkunum fyri felagið. Skrásetingarskjalið skal undirskrivast av nevndarformanninum hjá felagnum.
Verða rættingar gjørdar í felagnum, skulu hesar sendast TAKS. Áhugafeløg broyta ofta ábyrgdara, og tá verður adressan ofta broytt samstundis, tí er týdningarmikið at rætta hetta í Vinnuskránni. Tað kann gerast við at senda nýtt skrásetingarskjal til TAKS.
Tá felagið ikki er virkið meira, skal tað frámeldast við at senda TAKS eitt frámeldingarskjal. Oyðublaðið er at finna undir snarslóðum. Undirskrivað samtykt um striking má fylgja við frámeldingarskjalinum, t.d. ein undirskrivað aðalfundarfrágreiðing.