Kapitalfeløg kunnu avtakast á trinnanda hátt: við likvidatión, váttan og konkursi.
Likvidatión
Eitt kapitalfelag kann avtakast við likvidatión, um tað er solvent, t.e. hevur størri ogn enn skuld.
Avtøkan er sjálvboðin og skal samtykkjast á aðalfundi. Til at standa fyri henni skal fundurin eisini velja ein avtøkustjóra, eisini kallaður ein likvidator. Hann skal eitt nú síggja til, at yvirlit er yvir ogn og skuld, at kreditorar fáa boð um avtøkuna í góðari tíð, at øll viðurskifti við TAKS verða avgreidd, og at annars alt fer rætt fram.
Loypur nakað av, verður tað lutað eigarunum.
Váttan
Eitt kapitalfelag kann avtakast við váttan, um tað er solvent, og um allir eigarar skrivliga vátta fyri Skráseting Føroya, at felagið er skuldarfrítt, og at avgerð er tikin um at avtaka tað.
Váttanin skal vera Skráseting Føroya í hendi ikki seinni enn tvær vikur eftir, at hon er undirskrivað, og saman við skal liggja kvittan frá TAKS um, at felagið hevur øll viðurskifti síni við stovnin í lagi. Er peningur til góðar í felagnum, verður hann lutaður millum eigararnar. Kemur seinni fram, at felagið hevði skuld, hefta eigararnir fyri hana.
Avtøka við váttan er skipað eftir § 216 í partafelagslógini.
Konkursur
Eitt kapitalfelag kann avtakast við konkursi, um tað er insolvent, t.e., hevur størri skuld enn ogn. Avtøka við konkursi kann vera sjálvboðin ella kravd. Sjálvboðin, um felagið ynskir hana. Kravd, um kreditorarnir ynskja hana.
Í báðum førum setir man seg í sambandi við skiftirættin, ið kallar til fundar fyri at meta um støðuna. Verður komið fram til, at felagið má avtakast, verður tað gjørt til eitt trotabúgv, har allar ognir skulu seljast.
Til at standa fyri arbeiðinum velur skiftirætturin ein bústjóra, eisini róptur kurator. Bústjórin selur ognirnar fyri best møguliga prís og býtir úrtøkuna rættvíst ímillum kreditorarnar. Hann tryggjar eisini, at kreditorar fáa boð um konkursin í góðari tíð, at taksviðurskifti verða fingin upp á pláss, og at alt annars verður gjørt, sum tað eigur.