Lurta

Felagsskapir

Ein felagsskapur hevur vanliga ikki sum endamál at reka vinnu; men um so er, so verður hann skattskyldigur og møguliga eisini mvg-skyldigur. Vinningurin fer til felagsskapin og ikki til limirnar persónliga. Limirnir ábyrgjast ikki fyri felagsskapinum.

Skráseting

Tá ein felagsskapur skal skrásetast í Vinnuskránni, skal skrásetingarskjal sendast TAKS saman við viðtøkunum fyri felagsskapin. Skrásetingarskjalið skal undirskrivast av nevndarformanninum hjá felagsskapinum.

Rætting

Verða rættingar gjørdar í felagsskapinum, skulu hesar sendast TAKS. Felagsskapir broyta ofta ábyrgdara, og tá verður adressan ofta broytt samstundis, tí er týdningarmikið at rætta hetta í Vinnuskránni. Tað kann gerast við at senda nýtt skrásetingarskjal til TAKS.

Frámelding

Tá felagsskapurin ikki er virkin meira, skal hann frámeldast við at senda TAKS eitt frámeldingarskjal. Oyðublaðið er at finna undir leinkjum. Undirskrivað samtykt um striking má fylgja við frámeldingarskjalinum, t.d. ein undirskrivað aðalfundarfrágreiðing.