Eitt íverksetarafelag er ikki ein sjálvstøðug juridisk eind, fyrr enn tað er skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. Í tíðini fram undir hetta samábyrgjast partaeigararnir. Vegleiðing til at skráseta felag er at finna á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.
Íverksetarafeløg skulu fráboðast partafelagsskránni seinast tvær vikur aftan á dagfestingina á stovningarskjalinum.
Felagið skal senda TAKS skrásetingarskjal til vinnuskránna saman við rakstrarætlan, viðtøkum, stovningarsamtykt og eigarabók, har víst verður á, hvør hevur inngoldið partapeningin.
Upplýsing um, at eitt íverksetarafelag er stovnað, verður upplýst á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.
Feløg undir stovnan
Eitt íverksetarafelag kann eisini verða skrásett í Vinnuskránni hjá TAKS sum “undir stovnan,” meðan felagið bíðar eftir at verða skrásett hjá Skráseting Føroya. Navnið skal tá vera "(navn felagsins) undir stovnan". Meðan íverksetarafelagið er skrásett undir stovnan, hefta eigarar felagsins persónligt (beinleiðis og solidariskt) við allari ogn síni mótvegis kreditorum hjá felagnum.
Tá ið skrásetingin er gjørd í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya, verður "undir stovnan" strikað. Felagið heldur fram við sama v-tali.
Tá felagið verður skrásett, skal TAKS hava avrit av stovningarsamtykt, viðtøkum og eigarabók fyri felagið. Allir eigarar skulu skriva undir skrásetingarskjalið.