Eitt partafelag er ikki til, fyrr enn tað er skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. Í tíðini fram undir hetta samábyrgjast partaeigararnir. Vegleiðing til at skráseta felag er at finna á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.
Partafeløg skulu fráboðast partafelagsskránni seinast 6 mánaðir aftan á dagfestingina á stovningarskjalinum.
Felagið skal senda TAKS skrásetingarskjal til vinnuskránna saman við viðtøkum, stovningarsamtykt og eigarabók, har víst verður á, hvør hevur inngoldið partapeningin.
Upplýsing um, at eitt felag er stovnað, verður upplýst á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.
Feløg undir stovnan
Eitt partafelag kann eisini verða skrásett í Vinnuskránni hjá TAKS sum “undir stovnan.” Navnið skal tá vera "(navn felagsins) undir stovnan". Meðan partafelagið er skrásett undir stovnan, hefta eigarar felagsins persónligt (beinleiðis og solidariskt) við allari ogn síni mótvegis kreditorum hjá virkinum.
Tá ið skrásetingin er gjørd í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya, verður "undir stovnan" strikað. Felagið heldur fram við sama v-tali.
Tá felagið verður skrásett, skal TAKS hava avrit av stovningarsamtykt, viðtøkum og eigarabók fyri felagið. Allir eigarar skulu skriva undir skrásetingarskjalið.