Fyri útróðrarbátar verður inntøka fyri heimaegning eisini roknað sum sjóinntøka. Treytin fyri at egnarar fáa løn útgoldna sum sjóinntøku er, at teir eru partur av fastari manning og fáa løn, sum er partur av veiðuni á jøvnum føti við teir, sum eru úti við bátinum.
Í mesta lagi tveir av føstu manningini kunnu fáa løn fyri heimaegning.
Øll onnur inntøka verður skattað sum inntøka á landi og ikki sum veiðuinntøka. Her undir kemur egning, sum serlig samsýning verður latin fyri, inntøka av at gera nýggja útgerð til bátin, hjálp til at røkja bátin og vinningur av skiparakstri, gjørdur upp eftir vanligu reglunum í skattalógini,
Hesar treytir eru galdandi, fyri at inntøka kann roknast sum sjóinntøka:
1) Manningin er mynstrað eftir sáttmála millum Føroya reiðarafelag og viðkomandi yrkisfelag, ella millum Meginfelag útróðrarmanna og báta- og skipaeigarar.
2) Har eingin sáttmáli er, er treytin, at mynstrað verður, ella at hýra verður avtalað eftir sáttmála millum viðkomandi reiðara ella skipaeigara og viðkomandi persón ella yrkisfelag.
Sáttmálin ella avtalan skal sum minsta mark lúka krøvini, sum eru sett í grein 25a, stk. 4 í skattalógini.
Um tann, ið er við føroyskum fiskiskipi, eigur part í skipinum, verður bert tann parturin av inntøkuni roknaður sum veiðuinntøka, sum er gjørdur upp við sama uppgerðarhátti sum hjá hinum av manningini.