Nær hevur eitt útlendskt virki mvg-skrásetingarskyldu?
Hevur virkið vinnuliga sølu av vørum og tænastum her, so hevur tað mvg-skrásetingarskyldu, um árliga sølan er meiri enn 49.999 kr. Í seinasta lagi 8 dagar áðrenn virksemið byrjar, skal fyritøkan fylla út og senda okkum oyðublaðið “Skrásetingarskjal til vinnuskránna”. Oyðublaðið er at finna undir snarslóðum her á síðuni.
Hevur útlendska virkið ikki hava fastan rakstrarstað* í Føroyum, ikki heimating, ella er tað ikki ein ríkisstovnur, so skal tað hava eitt umboð her. Fyll tá út og send okkum oyðublaðið "Umboð í Føroyum vegna útlendskt virki – skuldbindingarreglur." Hevur umboðið fulltrú at handla vegna virkið, kann umboðið sjálvt fylla út oyðublaðið “Skrásetingarskjal til vinnuskránna”. Tá skal avrit av fulltrú leggjast við.
Gev gætur, at umboðið og virkið hava samábyrgd.
*) Les meira um fastan rakstrarstað í partinum “Skattskyldan” niðanfyri.
Nær hevur eitt útlendskt virki ikki mvg-skrásetingarskyldu?
Er virkið undirveitari hjá mvg-skrásettum virki í Føroyum, og hevur mvg-skrásetta virkið í Føroyum fullan frádráttarrætt av keyps-mvg, so hevur útlendska virkið ikki mvg-skrásetingarskyldu. Gev gætur, at útleigan av leysafæi kemur ikki undir hetta undantak.