- Mvg-uppgerðir
- Tollrokningar
- Tollingaráheitanir
Man sær eisini:
- Kontuavrit
- Kontuyvirlit
- Lønaryvirlit
- Virkisupplýsingar
- Skrásetingarprógv
- Brúkarar og rættindi
Vinnugluggin er sjálvgreiðslan hjá TAKS til tey vinnurekandi. Har kann man avgreiða toll, mvg og onnur taksviðurskifti, tá tað liggur fyri.
Tá ið innlatið er, kemur váttan fyri innlatingini á skíggjan. Váttanin verður eisini send til teldupostadressuna, sum felagið hevur skrásett í glugganum. Gev gætur, at skjøl, ið verða innlatin á Vinnuglugganum, nýtast ikki longur at vera undirskrivað av umboði fyri felagið.
Fyll út og send okkum "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum”, sum tú finnur undir oyðubløðum her á síðuni.
Send antin við maili til taks@taks.fo ella vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka Vinnugluggan eins og 4.000 onnur vinnurekandi.
Brúkaraumsitarin kann síðan stovna og deaktivera aðrar brúkarar av glugganum hjá virkinum og siga, hvørjar funkur, teir skulu hava atgongd til.
Heinta umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkaraumsitari á Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna og send til somu adressur, sum omananfyri eru nevndar.
Samleikin er innritingarskipan til tænastur hjá bankum, kommunum og almennum stovnum, eitt nú til Vinnugluggan hjá TAKS.
Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
Vita samleikin.fo/hjálp. Tú kanst eisini ringja til Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.
TAKS kann ikki hjálpa við Samleikanum.