Tá eitt íognarfelag skal skrásetast í vinnuskránni, skulu hesi skjøl sendast TAKS:
- Skrásetingarskjal til vinnuskránna. Skal undirskrivast av øllum eigarunum.
- Rakstrarætlan fyri eitt ár. Um mett verður, at munandi broytingar verða av virkseminum komandi árini, er gott at gera rakstrarætlanina fyri tvey til trý ár.
- Íognarsáttmáli. Skal sum minsta krav innihalda upplýsingar um endamál hjá felagnum, navn og bústað hjá bæði eigarunum og felagnum. Skal eisini upplýsa í prosentum, hvat hvør eigari eigur í felagnum.
Íognarfeløg, har allir eigarar eru juridisk feløg, skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya. Hesi feløg skulu eisini senda skrásetingarskjal saman við fylgiskjølunum til TAKS.