Skriva út
25. mars 2022

Arbeiðsgevarar skulu broyta kontunummar sítt til frítíðarlønina

Í farnu viku samtykti Løgtingið at avtaka Frítíðargrunnin við virknaði frá 1. apríl 2022.

Frá og við hesum degi skulu arbeiðsgevarar rinda inn til frítíðarløn á tvær nýggjar kontur, sum TAKS fer at umsita. Konturnar eru ávikavist til frítíðarløn við og uttan a-inntøku.

Kontunumrini eru hesi

  • 6460 299.800.0: konta til frítíðarløn við a-inntøku, t.e. vanlig frítíðarløn.
  • 6460 298.808.0: konta til frítíðarløn uttan a-inntøku, t.d. frítíðarløn ísv. uppsparda feriu.

Kontunumrini, sum nýtt hava verið higartil, fara at virka fram til 31. mai 2022. Eftir tað kann frítíðarløn bert flytast á nýggju konturnar.

Løntakarar skulu einki gera

Talan er bert um kontur hjá TAKS, sum arbeiðsgevarar rinda inná gjøgnum árið, og sum løntakarar síðan fáa frítíðarløn sína frá.

Broytingarnar eru lýstar í kunngerðablaðnum nr. 33 frá 24. mars 2022

Síggj tær á www.kunngerdaportalur.fo.

Meira at vita um frítíðarløn?

Les her á taks.fo um frítíðarløn sum lønmóttakari og frítíðarløn sum arbeiðsgevari.

TAKS