Lógirnar um eftirløn
Lógargrundarlagið undir føroyskum eftirlønum eru eftirlønarlógin og rentutryggingarlógin. Viðurskiftini kring eina eftirløn valdast tískil um, hvørjari av hesum báðum lógum, hon verður goldin eftir. Hartil koma kunngerðir, sum lýstar eru við heimild í lógunum.
Eftirlønarlógin
Eftirlønarlógin kom í gildi 1. januar 2014. Eftirlønarlógin er ikki sum rentutryggingarlógin ein lóg, sum bert eggjar fólki at spara upp til egna eftirløn. Hon áleggur fólki at gera tað.
Rentutryggingarlógin
Rentutryggingarlógin kom í gildi í 1972. Hon var einasta lóg á eftirlønarøkinum, áðrenn verandi eftirlønarlóg kom í gildi. Rentutryggingarlógin heimilaði m.a. frádrátt fyri tær eftirlønir, sum vóru fevndar av lógini, til og við 31. desember 2014, tá eftirlønarlógin tók yvir.
Síggja vit burtur frá inngjaldspartinum, eru rentutryggingar sambært rentutryggingarlógini framvegis galdandi.
Kunngerð um rindan av eftirløn og eftirlønarskatti
Ásetir minsta eftirlønargjald at flyta saman við lønini, og nær ið ikki er neyðugt at flyta.
Kunngerð um skiftisskipan fyri danskar eftirlønarskipanir
Ásetir, hvør sum búgvandi og starvandi í Føroyum kann rinda til danska eftirløn.
Kunngerð um frítøku fyri at rinda til eftirløn vegna tíðaravmarkað starv
Ásetir, hvør sum í tíðaravmarkaðum starvi í Føroyum ikki skal rinda til føroyska eftirløn.
Kunngerð um upplýsingarskyldu, gjaldshátt v.m. viðv. eftirlønarskipanum
Ásetir sáttmálatreytir, bókingartreytir o.a. í sambandi við trygging og eftirløn.
Kunngerð um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum arbeiða hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan
Ásetir, hvør sum búgvandi í Føroyum og starvandi uttanlands kann rinda til útlendska eftirløn.