Skriva út

Q. SKATTING AV VINNINGI OG AFTURVUNNUM AVSKRIVINGUM

Ásett er, at reglurnar í avskrivingarlógini eru ikki galdandi fyri ognir, sum heilt ella lutvíst eru undir tonsaskattaskipanini, uttan so at henda lóg beinleiðis vísir til avskrivingarlógina.

Reglur eru fyri, hvussu reiðarí skulu fyrihalda seg, tá skift verður frá skatting eftir vanligu reglunum í skattalógini til tonsaskatting. Eisini eru reglur fyri, hvussu reiðarí skulu fyrihalda seg, tá farið verður frá tonsaskattaskipanini til skatting eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni.

Koma feløg, sum eru undir tonsaskattaskipanini, eftir ásetingunum í einum tvískattasáttmála, at hava heimstað í øðrum landi, Danmark ella Grønlandi, tá verða ognir og skuld, sum ikki framhaldandi eru undir føroyskari skattskyldu, roknað sum avhendað um flutningsmundið.
Avhendingarupphæddin verður sett til virði í vanligum handli um flutningsmundið.
Eisini eru reglur um flutningsskatt, goldin í øðrum landi, at finna í lógini.

Lógargrundarlag
Løgtingslóg nr. 51 frá 9. mai 2005 um skatt av reiðarívirksemi.