03. desember 2024
2600 fáa kirkjuskatt aftur frá TAKS
Rindaði man kirkjuskatt í 2023 og hoyrdi til Hoyvíkar kirkjusókn, fær man nú part av skattinum aftur. Hetta tí at kirkjuskattaprosentið fyri sóknina var sett at vera 0,85 og ikki 0,60, sum rætt var.
Um 2600 persónar rindaðu soleiðis ov nógvan kirkjuskatt hetta árið. Teir fáa nú sendandi nýggja skattauppgerð og fáa ov nógv goldna peningin aftur.
Skattauppgerðin kemur væntandi 5. desember
Hon kemur í Mínboks. Hevur man ikki Mínboks, kemur hon í postkassan.
Peningurin kemur væntandi 23. desember
Hann kemur sjálvvirkandi á kontu. Man skal einki gera fyri at fáa hann.
TAKS