Skriva út
03. oktober 2017

Nágreining av viðmerkingunum hjá TAKS til frágreiðingina hjá Bárði Larsen

TAKS skal við hesum nágreina viðmerkingar stovnsins til frágreiðingina hjá Bárði Larsen, bráðfeingisstjóra.

SPEKT hevur gjørt vart við, at tað er ikki rætt, tá tað í viðmerkingunum hjá TAKS stendur, at niðurstøðan hjá TAKS samsvarar við úttalilsi hjá SPEKT. Í mun til niðurstøðuna hjá TAKS metir SPEKT ikki, at undirbalansan skal viðgerast sum goodwill.

TAKS boðar soleiðis frá hesum, men hetta hevur annars onga ávirkan á niðurstøðurnar hjá TAKS.

Eyðun Mørkøre,
stjóri