Soleiðis passaði skatturin í 2016
Skatturin í fjør er nú uppgjørdur, og tølini vísa, at 21.912 fólk rindaðu tann skatt, tey áttu at rinda, hvørki meira ella minni. Tey fáa tískil ongan avlopsskatt og onga rokning fyri írestandi skatt.
16.215 fólk fáa pening aftur
Hesi guldu ov nógvan skatt í 2016 og fáa nú skattin afturrindaðan. Talan er um til samans 46,6 mió. kr., sum verða fluttar á kontu tann 21. mars.
1.106 rindaðu ov lítið
Tey fáa í næstum eina rokning sendandi fyri írestandi skatt, samanlagt 3,3 mió. kr.
Næstan líka sum í fjør
Tølini í ár líkjast nógv tølunum í fjør. Tá rindaðu 21.924 fólk rættan skatt, 15.649 fingu knappar 40 mió. kr. aftur, og 1.006 skuldu gjalda 2,4 mió. meira í skatti.
Tá ið ræður um avslopsskatt og írestandi skatt er galdandi, at avlopsskattur á minni enn 25 krónur verður ikki útgoldin, og írestandi skattur á minni enn 100 kr. verður ikki innkravdur