Kumuleringssáttmálin
1. desember í 2005 gjørdust Føroyar partur av Kumuleringssáttmálanum, eisini kallað Pan Euro Med-skipanin, har Føroyar kunnu innflyta vørur og selja tær aftur sum upprunaføroyskar. Treytin er, at vit hava skapt størsta virðisvøksturin av lidnu vøruni, og at vit hava handilssáttmála við landið, sum vit útflyta hana til. Tað hava vit higartil við limalondini í ES og EFTA og við Bretland og Turkaland.
Tað er Tollvaldið í Føroyum, sum hevur eftirlitið við, at kumuleringstreytirnar verða fylgdar.
Kongstankin við Kumuleringssáttmálanum er at gera alt Evropa til sama handilsøki og harvið fáa ein fríari marknað. Áðrenn kumuleringsskipanin varð sett í verk, høvdu londini ymisk upprunafrumskjøl, sum forðaðu fyri opnum samhandli. Við kumuleringsskipanini er hetta burtur, til stóran fyrimun fyri brúkara, framleiðara, útflytara og innflytara.
Fyrsta treytin fyri at ein vøra kann skifta uppruna er, at londini frammanundan hava ein handilssáttmála. Føroyar hava ikki avtalu við øll tey 41 londini í skipanini, og sostatt kann føroyskt vinnulív bert nýta frumreglurnar um samsavnan av uppruna mótvegis einum parti londunum. Tey eru tó rættiliga nógv, nevniliga øll ES-lond og EFTA-londindini Ísland, Norra og Sveis. Klikk á Handilssáttmálar undir snarslóðum og fá meira at vita um hetta.
Fyri at verða mett sum upprunavøra skal ein vøra hartil verða fult framleidd. Allýsingin fyri fult framleiddar framleiðslur finst í grein 5 í upprunafrumskjalinum. Dømi um hetta innan fiskivinnuna er, at fiskur verður flakaskorin, royktur ella turkaður.
Ein triðja treyt er, at vøran skal vera nøktandi viðgjørd. Allýsingin fyri ikki nøktandi viðgerð finst í grein 7 í upprunafrumskjalinum. Dømi um hetta er, at tað er ikki nóg mikið at frysta vøru, at pakka vøru um, at salta vøru ella at støddarskilja/hóðskuskilja vøru. Keypa føroyskir framleiðarar t.d. fisk úr Íslandi og frysta hann, hevur hann ikki verið fyri nøktandi viðgerð til at skifta uppruna, og hann verður tískil mettur sum íslendskur, tá hann verður útfluttur til onnur lond í skipanini, ið Føroyar hava sáttmála við.
Sum nevnt er loyvt at nýta vøru úr triðjalondum, t.e. londum, sum ikki eru við í skipanini. Virðið má tó ikki fara upp um 10% av framleiðsluprísinum. Sum meginregla verður hetta roknað eftir virðinum av lidnu vøruni. Treytin fyri at triðjalandsvøra kann nýtast, er, at hon er partur av eini framleiðslugongd. Allýsingin fyri nýtslu av triðjalandsvøru er at finna í grein 6 í upprunafrumskjalinum.
Í Kumuleringssáttmálanum eru eisini ásetingar um, hvussu nógv ein vøra má tilvirkast/virðisøkjast fyri at skifta uppruna. Varðveitir ein vøra sín uppruna, skal hon útflytast eftir teimum handilsligu treytum, sum eru í tí landi, haðan vøran stavar.
Tað eru tvey sløg av upprunaprógvum í sambandi við Kumuleringssáttmálan: eitt vørusertifikat EUR.1/EUR-MED og ein fakturaváttan. Útflytarin hevur ábyrgdina av at fylla út upprunaprógvini og skal síggja til, at tey liggja saman við vøruni, tá ið hon verður útflutt.
Sum upprunaprógv brúka vit antin eitt vørusertifikat EUR.1 ella eina fakturaváttan, sum er gjørd av útflytaranum. Hesi bæði sløgini av upprunaprógvum eru javnsett. Upprunaprógvið er tað skjalið, sum tú brúkar yvir fyri tollmyndugleikanum, tá tú skalt hava tollfyrimun.
Dømi 1
Innflutningur: Óviðgjørdur fiskur, keyptur úr Íslandi.
Váttanarskjal: Vit skulu hava eina Eur-Med upprunaváttan frá íslendska seljaranum.
Útflutningur: Fiskurin verður seldur til ES, óviðgjørdur.
Váttanarskjal: Vit skriva eina Eur-Med upprunaváttan úr Føroyum.
Upprunaland: Ísland, tí at fiskurin fer óviðgjørdur av landinum.
Kumulering: Eingin.
Dømi 2
Innflutningur: Óviðgjørdur fiskur, keyptur úr Íslandi.
Váttanarskjal: Sama mannagongd sum í dømi 1.
Útflutningur: Fiskurin verður seldur til ES, viðgjørdur.
Váttanarskjal: Vit útskriva eina Eur-Med upprunaváttan úr Føroyum.
Upprunaland: Føroyar, tí at fiskurin fer viðgjørdur til ES.
Kumulering: við Ísland.
Dømi 3
Innflutningur: Vit keypa eina fiskalast frá norskum fiskibáti, óviðgjørda.
Váttanarskjal: Vit skulu hava eina Eur-Med upprunaváttan frá norska seljaranum.
Útflutningur: Fiskurin verður seldur til ES, viðgjørdur.
Váttanarskjal: Vit útskriva eina Eur-Med upprunaváttan úr Føroyum.
Upprunaland: Føroyar.
Kumulering: við Norra.
Dømi 4
Innflutningur: Føroyskt fiskiskip selur fiskalastina til Norra, óviðgjørda.
Váttanarskjal: Vit útskriva eina Eur-Med upprunaváttan til Norra.
Upprunaland: Føroyar.
Kumulering: Eingin.
Dømi 5
Innflutningur: Norskt fiskiskip selur fiskalastina til Føroya.
Váttanarskjal: Vit skulu hava eina Eur-Med upprunaváttan frá norska seljaranum.
Útflutningur: Fiskurin verður óviðgjørdur seldur til Russlands.
Váttanarskjal: BC 1-skjal (certificate of origin) við uppruna í Norra.
Upprunaland: Norra, tí fiskurin verður víðariseldur óviðgjørdur.
Kumulering: Eingin, tí Russland er triðjaland.
Dømi 6
Innflutningur: Norskt fiskiskip selur fiskalastina til Føroya.
Váttanarskjal: Vit skulu hava eina Eur-Med upprunaváttan frá norska seljaranum.
Útflutningur: Fiskurin verður skorin til flak og seldur til Russlands, sum er triðjaland.
Váttanarskjal: BC 1-skjal (certificate of origin) við uppruna Føroyar.
Upprunaland: Føroyar.
Kumulering: Eingin, tí Russland er triðjaland.
Dømi 1-4 eru eftir reglunum um preferansuuppruna.
Dømi 5-6 eru eftir reglunum um vanligan uppruna.