Skriva út

Rundskriv nr. 2 frá 22. mai 1997 

um broyting av gjørdum avskrivingum  


Meginreglan:
Ongin broyting
Meginreglan er, at tá ein skattaborgari hevur sent skattavaldinum sjálvuppgávu sína, kann hann ikki krevja gjørdu avskrivingarnar broyttar.

Eftirfylgjandi broytingar í gjørdum avskrivingum:
Innleiðing
Tá freistin at lata inn sjálvuppgávu er útrunnin, kunnu gjørdar avskrivingar bert broytast við loyvi frá Líkningarráð Føroya, smb. § 29, stk. 3 í avskrivingarlógini.

Vegleiðing
Við hesum rundskrivi vil Líkningarráð Føroya geva eina nærri vegleiðing um, nær ein kann loyva broytingar í gjørdum avskrivingum, og hvørja heimild teir ymsu myndugleikarnir hjá skattavaldinum hava í hesum sambandi:

Tá skattavaldið hækkar skattskyldugu inntøkuna:
Broyting loyvd
Um so er, at skattavaldið ætlar at hækka skattskyldugu inntøkuna, hevur skattaborgarin loyvi innan lógarinnar karmar, at broyta avskrivingar, í tann mun, ta skattliga úrslitið av gjørdu hækkingini verður javnað heilt ella partvíst.

Kunning
Avvarðandi Øki hjá Toll- og Skattstovuni skal kunna skattaborgaran um, at hann hevur møguleika til at fáa broytt gjørdar avskrivingar.

Kæra
Um so er, at hækkingin er kærd til kommunala líkningarvaldið/ landsskattanevndina, og kærarin undir viðgerðini av kærumálinum sendir áheitan um, at fáa broytt gjørdar avskrivingar, skal avvarðandi Øki hjá Toll- og Skattstovu Føroya fremja broytingina sum nevnt omanfyri undir "Broyting loyvd". Kommunala líkningarvaldið/ landsskattanevndin skal kunnast um broytingina.

Tá skattskylduga inntøkan ikki er broytt:
Umsókn innan 3 mðr. eftir freist
Skattaborgarin hevur høvi til innan lógarinnar karmar at broyta avskrivingarnar, um umsókn hesum viðvíkjandi verður send avvarðandi Øki eftir freist hjá Toll- og Skattstovu Føroya seinast 3 mánaðir fyri innlatan av sjálvuppgávu fyri avvarðandi inntøkuár.

Umsókn seinri
Um so er, at umsóknin verður latin inn seinri, hevur skattaborgarin høvi til at fáa broytt gjørdar avskrivingar, um avvarðandi Øki hjá Toll- og Skattstovu Føroya metir, at talan er um, at rætta uppá skeivleikar ella ávíst sum er gloymt, og sum var eyðsýnt ta tíðina, tá ið sjálvuppgávan var gjørd fyri avvarðandi inntøkuár.

Eyðsæddir skeivleikar
Sum útgangsstøði er talan um eyðsæddan skeivleika, um greitt varð tá sjálvuppgávan varð gjørd, at gjørdar avskrivingar vóru uttan skattliga ávirkan, ella tá ikki gjørdar avskrivingar ikki kunnu nýtast í einum seinri tíðarskeiði.

Nokta broyting
Umsóknir um broyting av gjørdum avskrivingum kunnu ikki væntast játtaðar, um umsóknin er grundað á:
* eftirfylgjandi broytingar í skattalógini
* fyrilit til útgjaldingar frá sosialu myndugleikunum, studningsskyldu o.l.
* útgjalding av rentuágóða

Heimild hjá økjunum
Í samband við nevndu viðurskifti, ið nevnd eru undir "Tá skattskylduga inntøkan ikki er broytt", hevur avvarðandi Øki hjá Toll- og Skattstovu Føroya heimild til at játta/ nokta broytingar í gjørdum avskrivingum.

Umsóknir til Líkningarráð Føroya:
Serlig viðurskifti
Tá talan er um:
* virki sum er hildið uppat,
* um revsiverd viðurskifti,
* avhendaða ogn, og endalig vinningsuppgerð er gjørd, ella
* umsóknir sum eru sendar 5 ár eftir freist fyri innlatan av sjálvuppgávu fyri avvarðandi inntøkuár

Heimild hjá Ráðnum
liggur heimildin til at loyva broytingar í gjørdum avskrivingum hjá Líkningarráð Føroya. Í hesum førum skal umsókn frá skattaborgara sendast til Líkningarráð Føroya, c/o Toll- og Skattstova Føroya.

Líkningarráð Føroya
Har Øki hjá Toll- og Skattstovu Føroya ikki fult hevur gingið umsóknini á møti, kann skattaborgarin eftir umbøn fáa lagt málið fyri Líkningarráð Føroya.

Ígildiskoma:
Rundskrivið fær gildi fyri umsóknir, sum eru móttiknar frá 1. januar 1997. Samstundis verður rundskrivið frá 1991 sett úr gildi.
Føroya hevur á fundi 14. september 2004 avgjørt at seta rundskriv nr. 11 frá 5. februar 1988 um endurrindan av serligum oljugjaldi sambært løgtingslóg nr. 99 frá 1. oktober 1986 úr gildi.