Skriva út
03. november 2014

Landið fleiri skattakrónur

Landið hevur fyrstu tíggju mánaðirnar í ár fingið 53,4 mió. krónur fleiri inn enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 1,08 milliard krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 5,18 % hægri enn um somu tíð í fjør.

Føroysku kommunurnar hava higartil fingið nakað meir inn í skatti fyrstu tíggju mánaðirnar í 2014 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 233 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 50 milliónir krónur ella 4,28 % meir enn sama tíðarskeið í fjør.

Fyrstu tíggju mánaðirnar í 2014 eru slakar 216 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 35 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 22 milliónir krónur meira.

Yvirlit yvir fyribilsskattin kann síggjast her.
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjast her.